Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. februar 2010 Nr. 11
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 9, stk. 4 verður aftaná ”avreiðing av veiðu uttanlands” sett ”til 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað”. 2) § 19 verður orðað soleiðis: ”§ 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av nýttum fiskidøgum, ella nýtslan av egnari árskvotu, skal hækkast við upp til 30%, um meira enn 25% av veiðuni, gjørd upp 4. hvønn mánað, ikki fer um eina føroyska innvigingarskipan. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum skipum í bólkinum at veiða kvoturnar, sum verða roknaðar sum nýttar. Stk. 2. Tá avreiðing av veiðu uttanlands er avmarkað við heimild í § 9, stk. 4, og skip avreiða meir enn loyvdu nøgdina uttanlands, skal eigari av fiskifari, sum ikki er undir fiskidagaskipan, rinda avgjald. Avgjaldið verður roknað sum 30% av søluvirðinum av tí nøgd, sum er avreidd ov nógv uttanlands. Stk. 3. Tá fiskidagar ella egin árskvota verða hækkað eftir reglum við heimild í stk. 1, verður hækkingin fyri seinasta uppgjørda tíðarskeiðið í einum fiskiári tikin av rættindunum hjá loyvishavara komandi fiskiárið.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010. Tórshavn, 26. februar 2010 Kaj Leo Johennesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 75/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.