Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. februar 2003 Nr. 11
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.
§ 1 Í lov for Færøerne om offentlig forsorg sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast…
Í lov for Færøerne om offentlig forsorg sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mai 2000, verður í § 17 sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Almannastovan kann játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi vegna sálarligt ella likamligt brek.”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003 og fer úr gildi 31. desember 2004
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003 og fer úr gildi 31. desember 2004. Tórshavn, 10. februar 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.