Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. mars 2024 Nr. 11

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Grønar hitaloysnir og talgildir fjølmiðlar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 22. mai 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3 d, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið part av meirvirðisgjaldinum av íløgukostnaðinum til hitapumpu, útbúnað og arbeiðsløn. Í 2024 verður alt meirvirðisgjaldið endurgoldið. Í 2025 verða 75% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin, í 2026 verða 50% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin, og í 2027 verða 25% av meirvirðisgjaldinum endurgoldin. Í 2028 og fylgjandi ár verður meirvirðisgjald ikki endurgoldið. Fyri at koma undir endurgjaldsstigið eitt ávíst ár, er tað ein treyt, at arbeiðið er gjørt og goldið tað árið.” 2. Í § 3 d, stk. 3 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett: “2) móttøkuváttan frá IRF ella Kommunalu Brennistøðini um burturbeining av oljufýrsútbúnaði fylgja við umsóknini, tá talan er um uppsetan av hitapumpuskipan í hús og bygningar, sum áður hava brúkt oljufýrsútbúnað til upphiting.” Nr. 2-5 verða eftir hetta nr. 3-6. 3. Í § 3 d, stk. 3, nr. 3 verður “31. desember 2025” broytt til: “31. desember 2027”. 4. Í § 3 d, stk. 3, nr. 4 verður “31. mars 2026” broytt til: “31. mars 2028”. 5. § 12, stk. 1, litra h verður orðað soleiðis: “h) Søla av tíðindabløðum, undir hesum talgildum tíðidabløðum, og prenting fyri tíðindabløð.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1-4 hava virknað frá 1. januar 2024. Stk. 3. § 1, nr. 5 hevur virknað frá 1. ársfjórðingi 2024.

§ 1 , nr. 2 er einans galdandi fyri arbeiði gjørt í 2024 ella seinni

, nr. 2 er einans galdandi fyri arbeiði gjørt í 2024 ella seinni. Í Tinganesi, 7. mars 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 55/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙