Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2002 Nr. 109

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi…

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Fyri vinningsbýti verður roknað alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara o.ø.l. Útlutan av frípartabrøvum, frílutaprógvum eins og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at rokna sum vinningsbýti. 1. pkt. er ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar.” 2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.” 3) Í § 1 verður sum nýtt stk. 4 sett: “Toll- og skattaráð Føroya kann loyva, at útlutanir í sambandi við niðurskriving av partapeningi verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.” 4) § 1, stk. 4 og 5 verða hereftir stk. 5 og 6. 5) § 10, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis: “Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.” 6) Í § 13, stk. 7 verður “5” broytt til “6”

§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003. Tórshavn, 20. desember 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙