Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. august 2013 Nr. 109
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 17. august 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2013 til 31. august 2014.” 2. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2012 til 31. august 2013: Bólkur 2: Trolarar: Innara fiskidagaleið 4.441 fiskidagar Ytra fiskidagaleið 1.530 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.387 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.011 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.533 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.386 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 9.865 fiskidagar.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. august 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 1/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.