Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. desember 2010 Nr. 109
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 26. mai 2010, verður § 32 a, orðað soleiðis: “§ 32 a. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovnseta skipanir, ið hava til endamáls at veita persónliga hjálp og røkt og stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum. Stk. 2. Hjálpin kann veitast í styttri ella longri tíðarskeið vegna serligar umstøður í samband við barnsburð, sjúku, eftirbata ella til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum á bústaðnum. Persónar kunnu eisini fáa hjálp í longri tíðarskeið, um hesir hava tørv á meiri støðugari hjálp. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um: 1) Hvussu skipanin skal skipast og virka. 2) Útbúgving, setan og arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum. 3) Tað gjald, ið skal rindast fyri at fáa hjálp.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 8. desember 2010 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 34/2010 1) Broytt við kunngerð nr. 119 frá 17. desember 2010, har § 2 er soljóðandi: “Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 15. desember 2010.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.