Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2008 Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007, verður aftaná § 12 a sett inn: ”§ 12 b. Stuðul verður veittur pensjónistum til útreiðslur í sambandi við keyp av heilivági. Stk. 2. Stuðulin fevnir bert um heilivág, sum er heimilaður tilskot frá sjúkrakassunum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stuðulin verður veittur, her undir reglur um egingjald.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 12. desember 2008 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 45/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.