Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. oktober 2023 Nr. 108
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
(Javning av framhaldandi árligari veiting av endurgjaldi fyri mist vinnuføri, áseting um, at endurgjaldsveiting í seinasta lagi endar við fólkapensjónsaldur, og ymsar tøkniligar broytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða…
Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 8. mai 2012 og løgtingslóg nr. 51 frá 12. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1, § 4, § 11, stk. 1 og § 15, stk. 1 verður “smbr.” broytt til: “sbr.”. 2. Í § 25, stk. 1, 1. pkt., § 28, stk. 4, 1. og 2. pkt., § 37, stk. 3, 1. og 2. pkt., § 44, stk. 1, 1. og 3. pkt., § 52, stk. 2, 2. pkt. og § 72, stk. 2, 2. pkt. verður “sbr. § 21, stk. 4” broytt til: “sbr. § 21, stk. 7”. 3. Í § 31, stk. 2 verður “kunngerðini um vinnusjúkur” broytt til: “kunngerðini, sum gjørd er við heimild í § 10, stk. 2”. 4. Í § 38, nr. 1, í yvirskriftini undir Kapittul 9, í § 44, stk. 2, § 48, stk. 1, § 56, stk. 1 og í yvirskriftini undir Kapittul 15 verður “v.m.” broytt til: “o.a.”. 5. Í § 43, stk. 3 verður aftan á “tikin” sett: “, sbr. tó stk. 4”. 6. Í § 43 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Endurgjald, ið verður veitt sum framhaldandi árlig veiting sbrt. § 50, verður javnað av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum eftir somu reglum sum ásett í stk. 1 og 2.” 7. Í § 46, stk. 1 og 2 verður “dagpeningalógini” broytt til: “løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.” 8. Í § 50 verður stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Framhaldandi endurgjaldsveitingin heldur uppat seinast í mánaðinum, tá tryggjaði nær fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og tryggjaði fær tá í staðin eitt endaligt endurgjald fyri mist vinnuføri, ið svarar til tvær ferðir ta árligu endurgjaldsveitingina eftir § 49. Hevur tryggjaði longu nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., tá avgerðin um at veita honum endurgjald fyri mist vinnuføri verður tikin, verður endaliga veitingin somuleiðis tvær ferðir árliga gjaldið, roknað sbrt. § 49.” 9. Í § 50 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Endurgjald fyri mist vinnuføri, ið verður veitt sum framhaldandi árlig veiting sbrt. stk. 1, verður javnað sbrt. § 43, stk. 4.” 10. Í § 52, stk. 1 og í § 72, stk. 1 verður “lógini um tænastumannaeftirløn” broytt til: “løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir”. 11. Í § 52, stk. 2 og í § 72, stk. 2 verður “lógin um tænastumannaeftirløn” broytt til: “løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir”. 12. § 66 verður orðað soleiðis: “§ 66. Endurgjaldið fyri miss av uppihaldara heldur uppat seinast í tí mánaðinum, at tann, ið hevur rætt til veitingina, nær fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og veitt verður tá eitt endaligt endurgjald, ið samsvarar við tvær ferðir tað árliga endurgjaldið sambært § 64, stk. 1. Sama er galdandi, um viðkomandi, ið hevur rætt til veitingina, longu hevði rætt til fólkapensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., tá tryggjaði læt lív orsakað av arbeiðsskaðanum ella av vinnusjúkuni sbrt. § 10, stk. 1.” 13. Í § 81, stk. 1 verður “lógini” broytt til: “løgtingslóg”. 14. Í yvirskriftini undir Kapittul 18 verður “Gildiskoma-” broytt til: “Gildiskoma”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Endurgjøld, ið verða veitt sum framhaldandi árlig veiting sbrt. § 50, verða fyrstu ferð javnað, fyrstu ferð endurgjaldsupphæddirnar sbrt. § 43 verða javnaðar eftir gildiskomudagin sbrt. stk. 1. Stk. 3. Løgtingslógin er galdandi fyri øll endurgjøld, ið verða veitt sum framhaldandi árlig veiting sbrt. § 50, eftir at løgtingslógin kom í gildi, uttan mun til, nær endurgjaldið er tillutað. Endurgjøld, sum eru tillutað, áðrenn løgtingslógin kom í gildi, verða fyrstu ferð javnað við útgangsstøði í teirri upphædd, sum áður hevur verið útgoldin. Í Tinganesi, 10. oktober 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 4/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.