Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. november 2012 Nr. 108

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

(Avgjaldsfrítøka fyri bjargingarbátar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður “2710.19.61” broytt til: “2710.19.48”, “2710.19.62” broytt til: “2710.19.43” og “2710.19.70” broytt til: “2710.19.68”. 2) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Bjargingarbátar hjá sjálvbodnum bjargingarfeløgum, har øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt, hava rætt til at fáa endurrindað tað avgjald, sum tey hava goldið sbrt. § 1. Tað er ein treyt, at hesir bjargingarbátar ikki verða brúktir til vinnuligt virksemi, tó eru gjøld fyri sleip, bjarging og aðrar smærri uppgávur undantikin. Umsókn um endurgjald skal sendast til TAKS.” 3) § 2, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Niðanfyri standandi meirvirðisgjaldsskrásettu virki: 1) Garðsyrki og plantuskúlar 2) Fiskaaling 3) Ídnaður 4) Gistingarhús 5) Vallaraheim 6) Farmaflutningsvirki hava rætt til at fáa endurgoldið avgjaldið, sum tey hava goldið sambært § 1 av vørunumrunum: 2710.19.48 (fýringsolja) 2710.19.43 (autodieselolja) og 2710.19.69 (aðrar gassoljur).” 4) Í § 2, stk. 5 verður “stk. 3” broytt til: “stk. 4”. 5) Í § 1, stk. 4, § 2, stk. 2 og § 3a, stk. 1 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 6) Í § 1, stk. 2 og tvær ferðir í § 3 a, stk. 2 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2012

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2012. Tórshavn, 19. november 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 14/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙