Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. juni 2020 Nr. 107

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

(Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi…

Í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður í § 18 sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Fyri at forða fyri smittuspjaðing kann landsstýrismaðurin fyribils og í avmarkað tíðarskeið avmarka vanligu upplatingartíðirnar og afturlatingartíðirnar í § 17, stk. 1, 2 og 4, eins og landsstýrismaðurin kann áseta mest loyvda tal av gestum. Avger landsstýrismaðurin at avmarka vanligu afturlatingartíðirnar til áðrenn kl. 02.00 ella at minka mest loyvda tal av gestum, hevur viðkomandi fyritøka rætt til stuðul eftir somu reglum, sum eru ásettar í løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19. Stuðulstíðarskeiðið byrjar, tá ið avgerð sambært 1. pkt. fær virknað og endar 31. august 2020.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. august 2020

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. august 2020. Í Tinganesi, 29. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 149/2019

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙