Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. august 2009 Nr. 106

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5, stk. 12, § 20, stk. 1, § 22, stk. 2 og § 32, stk. 3 verður “Fiskirannsóknarstovan” broytt til: ”Havstovan”. 2) § 9 a, verður orðað soleiðis: ”§ 9 a. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum í stk. 2-15 nevndu leiðum og tíðarskeiðum. Stk. 2. Alt árið innan fyri linjur, drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, undantikið fiskifør, ið hava serloyvi til troling. Stk. 3. Í øki B í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 61°10'00"N 09°35'00"V b) 61°35'00"N 09°35'00"V c) 61°35'00"N 09°20'00"V d) 61°28'00"N 09°20'00"V e) 61°10'00"N 09°28'00"V f) 61°10'00"N 09°35'00"V Stk. 4. Í øki C alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 61°44'48"N 07°43'18"V b) 61°32'48"N 08°20'30"V c) 61°49'00"N 08°41'48"V d) 61°57'00"N 08°16'30"V e) 61°57'00"N 07°59'30"V Stk. 5. Í øki D alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 62°26'05"N 07°30'00"V b) 62°30'00"N 07°30'00"V c) 62°30'00"N 08°00'00"V d) 62°35'00"N 08°00'00"V e) 62°47'00"N 07°12'05"V f) 62°47'00"N 06°30'00"V g) 62°35'00"N 06°30'00"V Stk. 6. Í øki E í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 62°25'00"N 05°52'00"V b) 62°25'00"N 05°16'00"V c) 62°03'00"N 05°18'00"V d) 62°03'00"N 05°50'00"V e) 62°00'00"N 05°50'00"V f) 62°00'00"N 05°57'05"V Stk. 7. Í øki F alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 61 ̊ 12´00´´N 06 ̊ 22´00´´V b) 61 ̊ 03´00´´N 06 ̊ 17´00´´V c) 61 ̊ 00´00´´N 06 ̊ 07´00´´V d) 60 ̊ 42´00´´N 06 ̊ 11´00´´V e) 60 ̊ 45´00´´N 06 ̊ 17´00´´V f) 60 ̊ 45´00´´N 06 ̊ 36´00´´V g) 61 ̊ 27´00´´N 07 ̊ 30´00´´V h) 61 ̊ 32´30´´N 07 ̊ 27´00´´V Stk. 8. Í øki G alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 61°37'00"N 07°33'00"V b) 61°30'00"N 07°45'00"V c) 61°26'00"N 07°45'00"V d) 61°26'48"N 07°49'12"V e) 61°27'18"N 08°04'00"V f) 61°29'00"N 08°10'00"V g) 61°30'30"N 08°13'00"V h) 61°34'30"N 08°15'00"V i) 61°36'00"N 08°10'00"V j) 61°31'30"N 07°56'00"V k) 61°41'00"N 07°38'30"V Stk. 9. Í øki H í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum breiddarstigið 61°57'00"N og 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V). Stk. 10. Í øki I, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meira, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar úr grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V) og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 62°30'00"N 07°45'00"V b) 62°30'00"N 07°30'00"V c) 62°26'05"N 07°30'00"V Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt. Stk. 11. Í øki J, fyri fiskifør við 500 HK maskinorku ella meira, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar úr grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00"V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00"N. Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt. Stk. 12. Í øki K í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 60°54'00"N 06°04'00"V b) 60°51'00"N 06°04'00"V c) 60°51'00"N 05°56'00"V d) 60°54'00"N 05°56'00"V e) 60°54'00"N 06°04'00"V Stk. 13. Í øki L í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 60°26'00"N 06°32'00"V b) 60°35'00"N 06°35'00"V c) 60°35'00"N 06°09'00"V d) 60°26'00"N 06°10'00"V Stk. 14. Í øki T alt árið innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 62°38,0 N 08°00,0 V b) 62°29,8 N 08°00,0 V c) 62°12,0 N 08°34,5 V d) 62°12,0 N 08°46,0 V e) 62°18,0 N 08°45,0 V f) 62°38,0 N 08°00,0 V Stk. 15. Í øki U alt árið innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 62°24'00"N 05°00'00"V b) 62°30'00"N 05°06'00"V c) 62°32'00"N 05°20'00"V d) 62°28'00"N 05°20'00"V e) 62°27'00"N 05°10'00"V f) 62°24'00"N 05°06'00"V g) 62°24'00"N 05°00'00"V Stk. 16. Veiðibannið í stk. 1-15 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri. Stk. 17. Hóast ásetingarnar í stk. 1-15 kann landsstýrismaðurin við kunngerð víðka um friðingarnar í stk. 1-15 við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskiførum.” 3) Eftir § 9 a verður sett: ”§ 9 b. Á Føroya Banka, øki A, er í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihætti innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 60°50'00"N 07°57'00"V b) 61°03'00"N 07°57'00"V c) 61°15'30"N 08°16'00"V d) 61°13'20"N 08°42'12"V e) 61°00'00"N 09°11'00"V f) 60°48'40"N 09°25'00"V g) 60°24'00"N 09°07'00"V h) 60°50'00"N 07°57'00"V Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er, í øki a í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, loyvt at veiða innan fyri linjur, drignar millum hesi støð: a) 60°50'00"N 07°57'00"V b) 60°57'20"N 07°57'00"V c) 60°45'40"N 08°37'00"V d) 60°36'30"N 08°45'00"V e) 60°26'00"N 09°08'25"V f) 60°24'00"N 09°07'00"V g) 60°50'00"N 07°57'00"V Stk. 3. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki. Stk. 4. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri. Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 1 kann landsstýrismaðurin við kunngerð loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu.” 4) Í § 27 verða orðini “frá 1. september 2008 til 31. august 2009” broytt til: ”frá 1. september 2009 til 31. august 2010.” 5) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðnum frá 1. september 2008 til 31. august 2009: Bólkur 2: Partrolarar 4.406 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.940 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 1.323 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.756 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.540 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 17.259 fiskidagar” 6) § 40, stk. 1, nr.1 verður orðað soleiðis: ”1. brýtur reglur, ásettar við heimild í § 9, stk. 1-4, § 9 a, stk. 1-15, § 9 b, og reglur, ásettar við heimild í § 25, viðvíkjandi skipanini av fiskiskapinum”. 7) § 42, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis: ”2. talan er um veiðu á stongdari leið ella friðaðum øki sambært § 9 a, stk. 1-15 og § 9 b ella stongdum leiðum ella friðaðum økjum, ásett í kunngerðum við heimild í § 9, stk. 2 ella veiðu uttan veiði- ella fiskiloyvi, sbr. § 7, stk. 1.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. august 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 5/2009

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙