Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. november 2007 Nr. 105

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 5, ið verður soljóðandi: “Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.” 2) Í § 3, stk. 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi: “Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 5, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann byrjar at arbeiða aftur.” 3) Í § 9 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi: “Stk. 4. Hóast ásetingingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til og innan fyri 24 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Tórshavn, 20. november 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 17/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙