Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
29. desember 1998 Nr. 105
Løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Henda lóg um áseting av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg…
Henda lóg um áseting av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sosiale ydelser på Færøerne”.
§ 2 Almannaveitingar, sambært lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om folkepension”, smb.…
Almannaveitingar, sambært lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om folkepension”, smb. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 “for Færøerne om invalidepension m.v.”, smb. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við lóg nr. 1131 frá 21. desember 1994 og løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, verða frá og við 1. januar 1999 javnaðar eftir føroyska prístalinum sambært §§ 4-6.
§ 3 Pensiónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu…
Pensiónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: Upphæddir pr. 1/1-1998 Fólka- og Avlamispensiónslógin 1998 Árliga Grundarupphædd - hjún hvør 37.968,00 Grundarupphædd - hjún annað og støk 47.784,00 Hálv grundarupphædd 23.892,00 Hálv hálv grundarupphædd 11.964,00 Hálv + hálv grundarupphædd 19.008,00 Avlamisviðbót heil - hjún bæði hvør 19.068,00 Avlamisviðbót heil - hjún annað og støk 22.260,00 Avlamisviðbót hálv - hjún hvør 9.552,00 Avlamisviðbót hálv - hjún annað og støk 11.124,00 Avlamisviðbót - heil + hálv 5.556,00 Avlamisveiting - hjún hvør 17.412,00 Avlamisveiting - hjún annað + støk 21.432,00 Avlamisveiting - hjún (hin fær avl.veiting) 5.556,00 Avlamisískoyti (fólkapens við avl.veiting) 4.716,00 Hjúnabandsviðbót 4.200,00 1) Pensjónsviðbót - hjún hvør 11.136,00 Pensjónsviðbót – støk + hjún annað 7.380,00 Bíðiviðbót hjún bæði 5 ár 5.616,00 Bíðiviðbót - hjún annað + støk 5 ár 3.624,00 Bíðiviðbót - hjún bæði 3 ár 3.660,00 Bíðiviðbót - hjún annað + støk 3 ár 2.496,00 Bíðiviðbót - einligar kvinnur 5 ár 1.776,00 Bíðiviðbót - einligar kvinnur 3 ár 816,00 Bíðiviðb. - hjún bæði 5 ár áðrenn 1/4- 1961 3.816,00 Bíðiviðb. - hjún bæði 67 ár áðrenn 1/4- 1961 2.388,00 Bíðiv.b. - hjún a. + støk 67 ár áðrenn 1/4-1961 1.548,00 Bíðiv.b. - hjún a. + støk 70 ár áðrenn ¼-1961 2.520,00 Hjálparviðbót 22.260,00 Røktarviðbót 44.412,00 Óarbeiðsførisviðbót - hjún hvør 22.320,00 Óarbeiðsførisviðbót - hjún annað + støk 30.852,00 Aldursviðbót - hjún bæði 6.264,00 Aldursviðbót - hjún + støk 3.936,00 Aldursviðb. - hjúnaðarfelagið yngri enn 80 ár 2.088,00 Aldursviðb. - hjúnaðarf. fær lægstu avlamisp. 3.156,00 Aldursviðb. - hjúnaðarf. fær miðal/hægstu avlp. 2.628,00 Lummap. Føroyskur satsur omanfyri 60 ár 7.512,00 Lummap. Føroyskur satsur niðanfyri 60 ár 9.012,00 Lóg um barnagjald til einsamallar uppihald. v.fl. 1998 Barnagjald smb. § 5 8.028,00 Barnagjald smb. § 15, 1-2 8.028,00 Økt barnagjald smb. § 15,3 16.056,00 Gjald í sambandi við føðing eftir § 6 459,00 Gjald til uppihald fyri & aftaná føðing eftir § 6 umframt sjúkrakassagjald 798,00 Frádráttarfríar inntøkuupphæddir pr. 1/1-1998 Fólkapensiónslógin: 1998 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §4,1 18.900 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §5,1 nr. 2 & 6,2 5.200 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §11,2 - hjún 17.800 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §11,2 - støk 12.100 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §18,2 14.900 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §18,3 13.900 Avlamispensiónslógin: 1998 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §5,1 18.900 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §6,2 - grundfrá. 5.200 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §6,2 - persónligt arb. 14.900 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §8,1 - støk 9.700 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §8,1 - onnur 13.900 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §12,2 - hjún 17.800 Frádráttarfrí inntøkuupphædd smb. §12,2 - onnur 12.100
§ 4 Upphæddirnar sambært § 3 verða tann 1. februar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini…
Upphæddirnar sambært § 3 verða tann 1. februar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.
§ 5 Tær soleiðis javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið…
Tær soleiðis javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, meðan frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.
§ 6 Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetur við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta…
Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetur við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. februar á hvørjum ári.
§ 7 Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 23. apríl 1999. § 1 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: “Í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verður gjørd henda broyting: Orðini “Pensjónsviðbót – hjún hvør 11.664,00” verða broytt til: “Pensjónsviðbót - hjún hvør 5.832,00”.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.