Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. august 1994 Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verður gjørd henda broyting
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verður gjørd henda broyting:
§ 27 verður soljóðandi:
“Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar soleiðis fyri hesar fiskastovnar fyri tíðarskeiðið frá 1. september 1994 til og við 31. august 1995: Tons rund vekt: Toskur á Føroya Banka 1.000 Toskur á landgrunninum 8.500 Hýsa 6.000 Upsi 41.500 Kongafiskur 13.300”
§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 24. august 1994 Finnbogi Ísakson (sign.) varaløgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.