Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. juli 2017 Nr. 105
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur
(Almannakunngering av heilsufrøðiligum upplýsingum viðvíkjandi aling av fiski)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá…
Í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verður gjørd hendan broyting: 1. Í § 11 verður aftan á stk. 6 sett: “Stk. 7. Upplýsingar um aling av fiski í meginskránni fyri djórasjúkur sbrt. stk. 6 skulu almannakunngerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um almannakunngering av upplýsingum eftir stk. 7, sum kunnu fevna um m.a.: 1) Alibrúk 2) Navn á alifelagi 3) Slag av aling 4) Staðseting av aliøki 5) Heilsusfrøðiligu støðuna hjá fiski, íroknað a) sjúkur og sjúkuslag og lús á laksi, b) medisinskar viðgerðir, slag, nøgd og dosu, c) mekaniskar viðgerðir (t.d. heitvatn og spularar, d) alternativar viðgerðir (t.d. rognkelsi), e) flytførar laksalýs (miðal per fisk), f) kynsbúnar laksalýs (miðal per fisk), 6) Tal av fiski á alibrúki 7) Slopnan fisk Stk. 9. Umframt upplýsingar um aling av fiski í meginskránni fyri djórasjúkur, kunnu avgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni um tiltøk og hoyringsskriv um tiltøk verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Stk. 10. Upplýsingar, sum nevndar í stk. 8, kunnu eisini fevna um upplýsingar í sambandi við aling av skeljum og tara.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2017
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2017. Í Tinganesi, 13. juli 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 85/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.