Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. august 2011 Nr. 105

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 7 a verður orðað soleiðis: ”§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til: 1) Bólkur 2: Trolarar 20 % av fiskidøgunum 2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 20 % av fiskidøgunum 3) Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons 20 % av fiskidøgunum 4) Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 30 % av fiskidøgunum 5) Bólkur 6: Garnabátar 25 % av fiskiloyvunum 6) Verksmiðjutrolarar 35% av kvotunum í toskavirði 7) Ídnaðarskip 35% av veiðiloyvunum 8) Uppsjóvarfiskiskapur (nótaskip) 25% av veiðiloyvunum. 2) § 14, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: ”Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga.” 3) Í § 14, stk. 2, 1. pkt. verður orðingin ”ávikavist høvuðsbólki 1 og ” strikað. 4) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2011 til 31. august 2012.” 5) § 28 verður orðað soleiðis: “§ 28. Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum: Bólkur 2 Trolarar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 tons Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu Bólkur 6: Onnur veiða Stk. 2. Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknaður vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis: Toskur Hýsa Upsi Kongafiskur Bólkur 2: Trolarar 25 % 12,00 % 82 % 99 % Bólkur 3: Línuskip 37 % 45 % 0 0 Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 15 t. 17 % 17,5 % 11,5 % 0,5% Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 t. 20 % 23,5 % 6 % 0 Bólkur 6: Onnur 1 % 2 % 0,5 % 0,5 % 6) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðnum frá 1. september 2010 til 31. august 2011: Bólkur 2: Trolarar: Innara fiskidagaleið Ytra fiskidagaleið 4.657 fiskidagar 1.530 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.657 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.058 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.405 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.386 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 10.607 fiskidagar.” 7) § 29, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið fiskidagar, ásettir fyri ytru fiskidagaleið í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1. Ásetta fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýti av fiskidøgum frá innaru til ytru fiskidagaleið. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.” 8) § 29, stk. 8 verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Fiskifør í høvuðsbólki 2, sbrt. § 28, stk. 1, hava loyvi at nýta lemmatrol ella partrol.” 9) § 29, stk. 10 verður orðað soleiðis: “Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann fyri høvuðsbólk 2 tilluta 169 fiskidagar og fyri høvuðsbólkarnar 3 og 4 tilluta ávikavist 105 og 167 fiskidagar tilsamans millum tey fiskifør, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. august 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 1/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙