Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
Nr. 105 3. november 2016
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
(Veiting til heimabúgvandi ung og endurgjald vegna inntøkumiss)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 9, stk. 2, nr. 6 verður “13%” broytt til: “22%”. 2. Í § 17 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Treytin í stk. 3 um, at barnið skal vera uppihildið í heiminum, er ikki galdandi fyri børn, sum eru í fyriskipan hjá tí almenna eftir § 27, í sambandi við viðgerð á sjúkrahúsi. Stuðulin er treytaður av, at tað er ein avleiðing av sjúkuni ella brekinum, at mamman ella pápin er hjá barninum á sjúkrahúsinum.” Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 1 í gildi 1. oktober 2016. Í Tinganesi, 3. november 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 10/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.