Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. november 2007 Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni verða…
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verða veitt eftir, at alment er lýst eftir umsóknum. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3”. 2) Í verandi stk. 2, pkt. 3 verða orðini “eftir stk. 2” strikað, og verandi stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. november 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 32/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.