Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. oktober 2012 Nr. 104
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9.…
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, løgtingslóg nr. 39 frá 8. mai 2007, løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007 og løgtingslóg nr. 52 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 37 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann taka avgerð um, at eitt barn, sum hevur víst álvarsamar atferðartrupulleikar, við t.d. álvarsomum ella afturvendandi brotsverki ella við framhaldandi misnýtslu av rúsevnum, verður sett á stovn til eygleiðingar, kanningar og viðgerð í upp til 4 vikur, uttan samtykki frá tí ella teimum, ið hava foreldramyndugleikan, ella frá barninum.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. 2) Í § 66, stk. 1 verður aftaná “foreldramyndugleikan,” sett: “og”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 24. oktober 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 12/2012
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.