Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. november 2016 Nr. 104

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

(At javnseta børn í mun til rættin at fáa barnagjald o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl, sum broytt…

Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mars 1997, løgtingslóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, løgtingslóg nr. 6 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 38 frá 21. mai 2008 og løgtingslóg nr. 16 frá 2. mars 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.” 2. Áðrenn § 1 verður “1. partur” broytt til: “Kapittul 1”. 3. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2, nr. 2, kann barn uppihalda sær fyribils í aðrari kommunu ella uttanlands í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár.” 4. Í § 9, stk. 1 og § 17 verður “Almannastovuna” broytt til: “Almannaverkið”. 5. Í § 9, stk. 2, § 13, stk. 1 og § 18 verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”. 6. Eftir § 14 verður “2. partur” broytt til: “Kapittul 2”. 7. Í § 15, stk. 2 verður aftan á “staðfestur” sett: “, ella tá barnið er ættleitt av støkum persóni”. 8. Í § 19, § 19 b, stk. 2, § 19 d, stk. 3, § 19 e, stk. 1 og 2 verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”. 9. Eftir § 19 verður “2a. partur” broytt til: “Kapittul 3”. 10. Eftir § 19 f verður “3. partur” broytt til: “Kapittul 4”. 11. Í § 20 verður “Almannastovunnar” broytt til: “Almannaverksins”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 3. november 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 9/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙