Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. november 2007 Nr. 103

Løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022

§ 1 Fæst ikki við samráðingum semja við eigararnar, verður landsstýrismanninum heimilað, móti fullum…

Fæst ikki við samráðingum semja við eigararnar, verður landsstýrismanninum heimilað, móti fullum endurgjaldi, at ognartaka neyðugt lendi og tilfar og til servituttir, í sambandi við: 1) gerð, víðkan ella broyting av floghavn, 2) gerð, viðkan ella broyting av øðrum verkløgum, ið hava samband við flogferðslu, 3) at verja og tryggja flogferðsluna, herundir innflúgvingina, og 4) eyka atgerðir, sum tørvur er á fyri at kunna reka og halda verkløg ella útgerð, sum hava samband við flogferðslu.

§ 2 Farið verður annars fram eftir Lov. nr. 69 fra 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse…

Farið verður annars fram eftir Lov. nr. 69 fra 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006. Stk. 2. Tó eru § 2 og § 8 í tí í stk. 1 nevndu lóg ikki galdandi fyri ognartøku eftir hesari lógini. Stk. 3. 1) Leggur landsstýrismaðurin heilt ella partvíst sínar heimildir eftir hesi lóg til fyritingarligan myndugleika undir landsstýrismanninum, kann landsstýrismaðurin samtundis áseta, at avgerðir, sum hesin myndugleikin hevur tikið, kunnu kærast til Føroya Kærustovn, hvørs avgerðir ikki kunnu kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kærur, heruppií reglur um gjald fyri kæruviðgerð.

§ 3 Um partafelag ella líknandi juridisk eind rekur ella skal reka verklag, útgerð ella annað, sum…

Um partafelag ella líknandi juridisk eind rekur ella skal reka verklag, útgerð ella annað, sum ognartikið verður til, verður landsstýrismanninum heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirðið.

§ 4 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. november 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 33/2007 1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙