Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. juli 2017 Nr. 103

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk

(Lønarískoyti til tillagað starv)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013, løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 138 frá 16. desember 2015 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Lønarískoytið sbrt. § 21 verður veitt sum endurgjald fyri lønarmiss orsakað av mista arbeiðsførleikanum. Lønarískoytið verður veitt upp til viðkomandi sáttmálaløn, tó í mesta lagi 22.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Lønarískoytið fevnir ikki um eftirlønargjøld. Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar løn sambært viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðið hjá viðkomandi løntakara verður mett at samsvara við, tó í minsta lagi 2.000 kr. um mánaðin í løn. Stk. 3. Løn og lønarískoyti tilsamans kunnu ikki vera hægri enn sáttmálalønin, samsvarandi við starvsbrøkin, sum viðkomandi arbeiddi frammanundan. Stk. 4. Við løn sbrt. stk. 3 er ikki at skilja løn hjá fyritíðarpensjónisti, sum fer í tillagað starv sambært treytum í § 3, stk. 1, 1. pkt. Stk. 5. Um persónur hevur aðra lønarinntøku, enn avtalað, fellur lønarískoytið burtur. Inntøka frá kommunalari ella borgarligari umboðan, er tó ikki at rokna sum lønarinntøka. Stk. 6. Upphæddin á 2.000 kr. sbrt. stk. 2 verður javnað í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. Í Tinganesi, 13. juli 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 138/2016

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙