Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. november 2010 Nr. 103
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, sum broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 6. apríl 2011
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…
Í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 26. mai 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 18 b, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Stk. 3. Fólk, sum eru 18 ár og eldri og fáa hoyritól frá almennu skipanini, rinda 2.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. Hesi kunnu í staðin velja at fáa ískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara, tó í mesta lagi 4.000 kr. fyri hvørt hoyritólið. 2) § 18 b, stk. 7, nr. 1 verður orðað soleiðis: ”Hvørji hjálparráð stuðul kann veitast til og møguligar treytir í hesum sambandi.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 2. 1) § 1, nr. 1 í hesi lóg fer úr gildi 1. januar 2012. Tórshavn, 11. november 2010 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 6/2010 1) Broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 6. apríl 2011.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.