Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. november 2008 Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1.…
Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 1. november 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1-5) Strikað. 6) § 4, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Áðrenn Búnaðarstovan góðkennir avhending ella veðseting, skal Búnaðarstovan kunna Búnaðargrunnin um ætlanina, og skal Búnaðargrunnurin hava rætt at tryggja sær veð í festibrævinum fyri verandi lán, sbr. stk. 5, áðrenn góðkenning verður givin.” 7-16) Strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25. november 2008 Kaj Leo Johannesen (sign) løgmaður Lm. nr. 9/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.