Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. juli 2017 Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
(Ávís matvøruframleiðsla til heimamarknaðin undantikin frá vanligu reglunum um løggilding ella skráseting)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015 og…
Í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010, sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 51 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 26, stk. 3 verður aftan á “matvøruvirkjum” sett: “, undir hesum heilsølur, smásølur, matarhallir, torg, fyribils sølustøð o.a.,” 2. § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Framleiðarar í fyrsta liði kunnu, hóast ásetingina í § 26, slátra egin djór og tilvirka slátrið til nýtslu í egnum húsarhaldi og til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um treytirnar fyri slátur og marknaðarføring hjá framleiðarum frá egnum virki beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til brúkaran o.a. Stk. 2. Á sama hátt sum eftir stk. 1 kunnu matvørur frá veiðu, frá egnum garði ella fari framleiðarans verða seldar endaliga brúkaranum á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 3. Ásetingarnar sambært hesi grein fevna ikki um fisk og fiskavørur, tá talan er um sølu umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum. Stk. 4. Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 og 2 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðanfyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.” 3. § 33 verður orðað soleiðis: “§ 33. Tilvirkan av matvørum úr góðkendum føroyskum og útlendskum rávørum frá mjólkaúrdrátti og svínakjøti kann, hóast ásetingina í § 26, fara fram til sølu beinleiðis ella umvegis heilsølu ella smásølu til endaliga brúkaran á heimamarknaðinum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 2. Loyvi at selja matvørur sambært stk. 1 er treytað av, at árligi umsetningur framleiðarans er niðan fyri eitt av landsstýrismanninum ásett mark, sum í mesta lagi kann vera 1 mió. kr.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 13. juli 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 60/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.