Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. november 2016 Nr. 102
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Hækking av studningi til lesandi á hægri lestri, studningur til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og hækking av barnastudningi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25.…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015 og løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 7 verður orða soleiðis: “§ 7. Studningur til livikostnað kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár. Stk. 2. Mánaðarligi studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, er kr. 4.315. Stk. 3. Mánaðarligi studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla, er kr. 3.815, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði. Stk. 4. Mánaðarligi studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av stk. 2 ella stk. 3 og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.838 mánaðarliga. Stk. 5. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um skjalprógvan av nevndu útreiðslum í stk. 3 og at áseta treytir í sambandi við leigu av bústaði.” 2. Í § 12, stk. 2 verður “kr. 966” broytt til “kr. 1.000”. 3. Í § 17, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Tó verður stuðul veittur einsamøllum uppihaldarum í 12 mánaðir í útbúgvingartíðini.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 3. november 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 7/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.