Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. november 2006 Nr. 101

Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om…

Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 20. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 32 b verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: ”Stk. 2. Stuðulin kann tó halda áfram, eftir at brúkarin er vorðin 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum í samsvari við endamálið við skipanini sambært stk. 1.” Stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4. 2) Í § 32 b, stk. 1 verður “Stuðulsfólkaskipan” broytt til: Stuðulstænasta”, í stk. 2 verður “Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin” broytt til: “Stuðulstænastan” og “Heimarøktini og Serforsorgini” broytt til: ”Nærverkinum” og í stk. 3, nr. 2 verður ”Heimarøkt” broytt til: ”Heimatænastu” og “Stuðulsfólkaskipan fyri vaksin” broytt til ”Stuðulstænastu”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.

§ 3 Persónar, ið eru farnir úr Stuðulsfólkaskipanini fyri aldur, men sum hava verið í skipanini eftir…

Persónar, ið eru farnir úr Stuðulsfólkaskipanini fyri aldur, men sum hava verið í skipanini eftir 1. januar 2003, eru somuleiðis fevndir av reglunum í § 1. Tórshavn, 23. november 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 14/2006

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙