Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. juni 2020 Nr. 101
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 7. apríl 2020, verður í § 2, stk. 1 sum litra m sett: “m) fáa vinning ella tap við sølu ella aðrari avhendan av partabrøvum og øðrum virðisbrøvum fevnd av § 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini.”
§ 2 Henda løgtingslóg er galdandi frá framløgudegnum
Henda løgtingslóg er galdandi frá framløgudegnum. Í Tinganesi, 25. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 140/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.