Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
1. november 2007 Nr. 99
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om…
Í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 18, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett: “Stuðul til endurbúgving er ikki tengdur at ogn umsøkjarans ella inntøku og ogn hjúnafelagans.” 2) Í § 18 verða aftaná stk. 1 sum nýggj stk. sett: “Stk. 2. Stuðul til endurbúgving sambært stk. 1 og til avklárandi og fyrireikandi endurbúgvingartiltøk verður útroknaður sbrt. § 9, stk. 2, 1. – 3. pkt. Stk. 3. Í teimum førum, har endurbúgving sambært stk. 1 er fyriskipað sum arbeiðsuppvenjing á vanliga arbeiðsmarknaðinum, verður stuðul veittur sum løn ella lønarískoyti.” Stk. 2, 3, 4, 5 og 6 verða hereftir stk. 4, 5, 6, 7 og 8. 3) Í § 18, stk. 6 verður “stk. 1-5” broytt til: “stk. 1-7”. 4) Í § 18 a verður “, vinnuroyndir, umskúling v.m.” strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Tórshavn, 1. november 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 21/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.