Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. september 2014 Nr. 95

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(FATCA o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 29 verður sum nr. 30 sett: “30) seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt.” 2. Aftaná § 120 p verður sett: “§ 120 q. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at fíggjarstovnar á hvørjum ári, uttan at biðið verður um tað, skulu lata líkningarvaldinum hesar upplýsingar um fíggjarkontur: 1) Navn, bústað, p-tal, v-tal og útlendsk eyðkennisnummur umframt onnur eyðkenni viðvíkjandi kontueigarum og upplýsingar um, hvørji lond ella økir hesir knýta seg til. Viðvíkjandi kontueigarum, ið eru løgfrøðiligir persónar, og sum ein ella fleiri persónar hava ræði á, kunnu upplýsingarnar eisini fevna um hesar persónar. 2) Kontunummar, ella um einki kontunummar er, tað sum til praktisk endamál samsvarar við eitt kontunummar. 3) Navn og eyðkennisnummur á tí fíggjarstovni, undir hesum eyðkennisnummur, sum útlendskir myndugleikar hava givið. 4) Saldu ella virði á fíggjarkontuni, undir hesum, um talan er um tryggingaravtalu við kontantvirði ella annuitetsavtalu, kontantvirðið ella afturkeypsvirðið við endan á relevanta álmanakkaárinum ella beint undan, at kontan varð stongd, um kontan er stongd í álmanakkaárinum. 5) Viðvíkjandi fyrisitingarkontum: a) Samlaða bruttuupphæddin av rentum, samlaða bruttuupphæddin av vinningsbýti og samlaða bruttuupphæddin av aðrari inntøku fingin frá aktivum, ið finnast á kontuni, tá upphæddirnar eru goldnar ella tilskrivaðar kontuni ella eru goldnar ella tilskrivaðar við atliti at kontuni í álmanakkaárinum. b) Samlaða bruttuavlopið frá sølu ella innloysing av virðum, ið eru goldin ella tilskrivað kontuni í álmanakkaárinum, tá viðkomandi fíggjarstovnur hevur virkað sum umboð fyri kontueigaran í sambandi við søluna ella innloysingina. 6) Viðvíkjandi einhvørjari innlánskontu samlaða bruttuupphæddin av rentum, sum er goldin ella tilskrivað í álmanakkaárinum. 7) Viðvíkjandi einhvørjari kontu, sum ikki er fevnd av nr. 5 ella 6, samlaða bruttuupphæddin goldin ella tilskrivað kontueigaranum við atliti til kontuna í álmanakkaárinum, har viðkomandi fíggjarstovnur er gjalds- ella tilskrivingarskyldugur, undir hesum samlaða upphæddin av møguligum innloysingarupphæddum, sum eru goldnar kontueigaranum í álmanakkaárinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fíggjarstovnar harafturat skulu lata líkningarvaldinum nøvnini á teimum fíggjarstovnum, sum teir hava goldið upphæddir til, og samlaðu upphæddina av gjaldingum fyri hvønn fíggjarstovn. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nærlagni hjá fráboðanarskyldugum fíggjarstovnum í sambandi við eyðmerking og fráboðan um fíggjarkontur og gjøld til nærri lýstar fíggjarstovnar, sbr. stk. 2. Undir hesum kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, hvussu eginváttanir verða latnar í sambandi við hesar mannagongdir. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann avmarka reglurnar, sum eru ásettar sambært stk. 1-3, til kontueigarar og løgfrøðiligar persónar, sum eru undir ræði av persónum, ið hava tilknýti til lond ella økir, har tað eftir tvískattasáttmála, aðrari altjóða avtalu ella konventión ella fyrisitingarligari avtalu um hjálp í skattamálum sjálvvirkandi skulu umbýtast tær í stk. 1 og 2 nevndu upplýsingar um fíggjarkontur, ella har tilknýti ikki kann staðfestast. Undir hesum kann landsstýrismaðurin áseta lagaligari reglur enn tær, sum eru nevndar í stk. 1 og 2, og reglurnar kunnu evnast ymiskt alt eftir, hvørji lond ella økir kontueigarnir ellar persónarnir við ræði á kontum hava tilknýti til, ella har einki tilknýti kann staðfestast. Landstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur um stigvísa íverksetan av fráboðanarskylduni. Stk. 5. Fíggjarstovnar kunnu halda aftur útlendskan kelduskatt, tá goldið verður til aðrar fíggjarstovnar fyri at halda eina skyldu í avtalu, sum Føroyar og viðkomandi land ella øki hava gjørt. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fíggjarstovnar, sum eru ella virka sum millumgongumenn fyri útlendskar kelduskattaskyldugar gjaldingar til aðrar fíggjarstovnar, skulu geva víðari tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at skattur kann haldast aftur, og upplýsingar kunnu gevast viðvíkjandi tílíkum gjaldingum, til liðið í gjaldsketuni, ið liggur beint frammanfyri. Stk. 6. Tann, sum stovnar eina fíggjarkontu í einum fíggjarstovni, skal sambært reglum, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, upplýsa fyri fíggjarstovninum p-tal, v-tal hjá kontueigaranum og hjá møguligum persónum, sum hava ræði á kontuni, og útlendsk eyðkennisnummur, um tílík eru at finna, umframt aðrar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna eyðmerkja kontueigaran og møguligar persónar, sum hava ræði á kontuni. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu hjá fíggjarstovnum at savna inn og fyri kontueigara at fráboða fíggjarstovnunum tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Reglur, sum verða ásettar við heimild í § 120 q, kunnu fáa virknað fyri fráboðanir av upplýsingum viðvíkjandi álmanakkaárinum 2013 og seinni álmanakkaárum. Tórshavn, 15. september 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 2/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙