Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. september 2016 Nr. 94
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Hægri barnafrádráttur til smábarnafamiljur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 24. desember 2015, verður gjørd henda broyting: Í § 2, stk. 1 verður 1. pkt. orðað soleiðis: “Persónur, ið er undir fullari skattskyldu sambært reglunum í § 1, stk. 1, nr. 1-5 í skattalógini, og hevur fast tilhald í Føroyum, kann fyri hvørt barnið, ið hann hevur foreldramyndugleikan yvir, draga frá í útroknaða landsskattinum ein barnafrádrátt á kr. 9.200, um barnið er undir 7 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur, og ein barnafrádrátt á kr. 6.500, um barnið er millum 7 og 17 ár 1. januar í tí álmanakkaári, sum skattsetingin viðvíkur.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017. Í Tinganesi, 7. september 2016 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 3/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.