Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. juni 2015 Nr. 93

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval (Grindalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 11 verður orðað soleiðis: “§ 11. Amboð, hjálpitól ella flutningsfør, sum verða brúkt at órógva, darva ella forða einum grindadrápi sambært § 9, skulu inndragast, uttan mun til hvør hevur ognarrættin, tá 1) brúkarin hevði ræðisrættin á amboðunum, hjálpitólunum ella flutningsførunum, og 2) brúkið av teimum er brot á § 9 í hesi løgtingslóg, ella reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg. Stk. 2. Reglurnar um inndrátt í borgarligu revsilógini eru annars galdandi.” 2. § 13, stk. 5, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tey í rættargangslógini nevndu tiltøk í kap. 68 um avhoyring, kap. 69 um handtøku, kap. 70 um varðhaldsfongsling, kap. 72 um at leggja hald á og kap. 73 um rannsakan kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 22. juni 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 160/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙