Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. desember 2002 Nr. 93

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 25 a, stk. 5 verða ístaðin fyri orðini “A-inntøka sambært § 60, stk. 1, nr. 9)” sett orðið: “veiðiinntøka”. 2) Í § 25 a, stk. 6 verða ístaðin fyri orðini “§ 60, stk. 1, nr. 9)” sett orðini: “§ 33, nr. 17”. 3) Í § 33 verður eftir nr. 16 sum nýtt nummar sett: “17) 15% av veiðiinntøkuni o.a.m. gjørd upp eftir § 25a, stk. 3-7. Landsstýrismaðurin kann tó í kunngerð áseta, at tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn kr. 500.000, ikki verður lækkaður. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis í kunngerð áseta, at reglan í 2. pkt. einans er galdandi fyri fiskimenn, sum eru mynstraðir við fiskifari, sum ikki er skrásett í Føroyum.” 4) Í § 38 verður eftir “inntøkuni” sum nýtt pkt. sett: “Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi verður viðgjørd eins og renta av útistandandi og ov seint goldnum skatti”. 5) Í § 55 verður verður 2. pkt. strikað. 6) Ì § 60, stk. 1 verður nr. 9 strikað. 7) Í § 63, stk. 2 verður 4. pkt. strikað. 8) Í § 139A verður stk. 4 strikað. 9) Í § 139B verður sum nýtt stykki innsett: “Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt.” 10) Í § 141, stk. 1, nr. 2 verða orðini “ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald í vinningsbýti sambært § 30 og” strikað.

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003. Tórshavn, 5. desember 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙