Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juni 2021 Nr. 93

Kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin)

(Broyting av lúsamarki)

§ 1 Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin),…

Í kunngerð nr. 75 frá 28. juni 2016 um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski (Lúsakunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 118 frá 28. november 2016, og kunngerð nr. 106 frá 15. juli 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 1 verður “1,5 vaksin kvennlús” broytt til: “1,0 vaksin kvennlús”. 2. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Markvirðið, sum ásett í stk. 1, verður sett niður í 0,5 í hesum tíðarskeiðinum: 1) Í 2021 frá 1. juni til 31. juli. 2) Í 2022 og frameftir frá 1. mai til 31. juli.” 3. § 4, stk. 3 verður strikað. Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3. 4. Í § 4, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “stk. 1-3” broytt til: “stk. 1 og 2.” 5. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um eitt alibrúk hevur tríggjar teljingar á rað, ella fýra teljingar tilsamans í útsetuni, sum eru farnar upp um markvirðið, sum ásett í hesi kunngerð, verður álagt at slakta fiskin innanfyri 11 vikur.” 6. Í § 8, stk. 1 verður “landsdjóralæknin” broytt til: “Heilsufrøðiliga starvsstovan”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvis- og vinnumálráðið, 3. juni 2021 Helgi Abrahanmsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙