Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2004 Nr. 92

Løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021

Kapittul 1 Fornlutur í havinum

Kapittul 2 Altjóða samstarv

Kapittul 3 Ymiskar ásetingar

Kapittul 1

Fornlutur í havinum

Kapittul 1 Fornlutur í havinum

Fornlutur í havinum er lutur við fornfrøðiligum, mentanarligum ella søguligum virði, m.a. vrak av skipi, báti, flogfari, farmi ella partur av hesum, ið er burturmistur fyri meiri enn 100 árum síðan. Stk. 2. Fornlutur í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum er ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til. Stk. 3. Føroya Fornminnissavn er fakligi myndugleikin og skipar fyri fornfrøðiligum kanningum og øðrum kanningum av fornluti í ogn landsins. Stk. 4. Føroya Fornminnissavn kann í serligum føri gera frávik frá ásetingini um 100 ára aldursmark. Í ivamálum ger Føroya Fornminnissavn av, hvat er at meta sum fornlutur.

Tann, ið finnur fornlut í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, skal beinanvegin boða Føroya Fornminnissavni frá. Stk. 2. Ikki er loyvt tilætlað at flyta, órógva ella at taka upp fornlut í havinum uttan við loyvi frá Føroya Fornminnissavni. Stk. 3. Verður fornlutur tikin upp, skal hesin beinanvegin latast Føroya Fornminnissavni.

Verður fornlutur funnin í havinum uttan fyri løgdømi hjá strandalandi av føroyingi, føroyskt skrásettum skipi ella føroyskum løgfrøðiligum persóni, er fornluturin ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til. Stk. 2. Føroya Fornminnissavn skal beinanvegin hava fráboðan um funnan fornlut. Stk. 3. Verður fornlutur tikin upp úr havinum, skal hesin beinanvegin latast Føroya Fornminnissavni. Kapittul 2 Altjóða samstarv

Kapittul 2 Altjóða samstarv

Føroyar samstarva við onnur lond um verju av fornlutum í havinum. Stk. 2. Fornlutur, funnin í havinum og tikin upp úr havinum, má ikki flytast út av landinum uttan við loyvi frá Føroya Fornminnissavni. Í serligum førum kann Føroya Fornminnissavn gera av, at útflutningsbannið skal fevna um lut yngri enn 100 ár uttan mun til, um luturin er í privatari ella almennari ogn. Stk. 3. Føroyingar, føroyskt skrásett skip ella føroyskir løgfrøðiligir persónar hava ikki loyvi at flyta, órógva ella taka upp fornlut í havinum uttan fyri løgdømi Føroya í ogn hjá øðrum uttan við loyvi frá avvarðandi eigara. Kapittul 3 Ymiskar ásetingar

Kapittul 3 Ymiskar ásetingar

Tann, ið finnur fornlut í havinum, hevur ikki rætt til finningarløn, og tann, ið tekur fornlut upp úr havinum, hevur ikki rætt til bjargingarløn ella endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við bjargingina.

Jarðfest fornminni á havbotni frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum eru friðað og skulu varðveitast sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum. Revsing

Brot á ásetingarnar í hesi lóg kunnu verða revsaðar við bót. Stk. 2. 1) Revsingin kann herðast til fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um brotið er atvold til skaða á fornlut ella elvir til vanda fyri hesum, ella vinningur er fingin ella hevur verið ætlaður. Onnur lóggáva

Henda lóg avmarkar ikki tær rættarreglur, sum galda fyri skipbrot og bjarging annars. Gildiskoma

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 21. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Jógvan á Lakjuni (sign.) Lm nr. 21/2004 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. · innanhýsis
Galdandi · 16. desember 2021

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙