Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. juni 2017 Nr. 92

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 21. september 2017

(Mvg endurrindan til el riknar hitapumpuskipanir)

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 161 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. 1) Aftan á § 3 c. verður sett: “§ 3 d. Tey, sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum ella bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurrindað meirvirðisgjaldið av íløgukostnaðinum til hitapumpu, útbúna og arbeiðsløn. Stk. 2. Meirvirðisgjald verður einans endurrindað fyri hitapumpuna og fyri arbeiði og útbúnað, ið skal til fyri at taka orkuna úr umhvørvinum. Meirvirðisgjaldið verður ikki endurrindað fyri útbúnað, ið gongur frá hitapumpuni til hitaskipanina inni í sethúsi ella bygningi. Stk. 3. Fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjaldið sbrt. stk. 1, skal: 1) talan vera um sethús ella bygningar, har hitapumpa letur í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni til upphiting og heitt vatn, og restin av nýtsluni eisini er grundað á el, 2) umsóknin á serskildum oyðublaði við kvittanum fyri goldnu íløguútreiðslurnar til hitapumpu, útbúna og løn, umframt váttan upp á treytirnar, settar í nr. 1), 5) og stk. 4, verða góðkendar og váttaðar av Umhvørvisstovuni, 3) samlaðu útreiðslurnar verða hildnar í seinasta lagi 31. desember 2019, 4) góðkend umsókn um endurrindan av meirvirðisgjaldi vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2020 og 5) arbeiðið at installera hitapumpuskipanina vera gjørt av góðkendum installatøri, og um talan er um jarðhitaskipan, skal arbeiðið harumframt vera gjørt av góðkendum brunnborara, sbrt. løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir. Stk. 4. Meirvirðisgjald verður bert endurrindað fyri hitapumpur, sum eru góðkendar sbrt. Bygningskunngerðini.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri hitapumpuskipanir, klárar at taka í nýtslu frá 1. januar 2017. Í Tinganesi, 6. juni 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 122/2016 1) Broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 21. september 2017.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙