Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. november 1999 Nr. 91
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Panting fyri skatt, sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður framd av persóni, ið stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess.” 2) Í § 2 verður “skat til amtskommunen” broytt til: “landsskatt”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt úr gildi. Tórshavn, 15. november 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.