Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. juni 2020 Nr. 90
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
(Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður orðingin “Stýrið fyri skúlan kann” broytt til: “Skúlastýrið kann”. 2. § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Frískúlar skulu í september mánað boða heimstaðarkommununi hjá næmingunum frá teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í frískúlan.” 3. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin veitir næmingunum í frískúlunum tímar til serligan tørv eftir somu reglum sum næmingum fólkaskúlans.” 4. Í § 12, stk. 3 verður “stýrisins” broytt til: “skúlastýrisins” og “stýrisfundum broytt til: “skúlastýrisfundum”, í stk. 5 verður “stýrisfundunum” broytt til: “skúlastýrisfundunum” og í stk. 6, 1. pkt. verður “stýrislimunum” broytt til: “skúlastýrislimunum”. 5. Í § 13, stk. 1, 1. pkt. verður “Stýrið” broytt til: “Skúlastýrið”, í 2. pkt. verður “stýrið” broytt til: “skúlastýrið” og í stk. 2, 1. pkt. verður “stýri” broytt til: “skúlastýri” og “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum” og í 2. pkt. verður “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum”. 6. Í § 14, stk. 1 verður “Stýrið” broytt til: “Skúlastýrið” og í stk. 2 verður “stýrið” tvær staðni broytt til: “skúlastýrið”, og “stýrinum” verður broytt til: “skúlastýrinum” og “stýri” verður broytt til: “skúlastýri”. 7. Í § 16 verður “stýrinum” tvær staðni broytt til: “skúlastýrinum” og “stýrisins” verður broytt til: “skúlastýrisins”. 8. § 18, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Stuðulin svarar til 85% av miðalkostnaðinum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, tó kann stuðulin ikki fara upp um játtan sambært góðkendari fíggjarætlan uttan loyvi frá landsstýrismanninum.” 9. Í § 18, stk. 3 verður sett nýtt pkt. 2. 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Stk. 3, 2. pkt. Skúlin skal fyri komandi skúlaár lata landsstýrimanninum fyribils næmingatal í seinasta lagi 1. februar og endaligt næmingatal 1. september.” 10. Í § 18 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. sett: “Stk. 6. Kommununnar stuðul til forskúlaflokkar, sum verða góðkendir sbrt. § 2, stk. 2, er 85% av rakstrarútreiðslunum, íroknað útreiðslur til skrivstovuhald og 85% av útreiðslunum til læraralønir og námsfrøðingalønir.” Stk. 6-9 verða eftir hetta stk. 7-10. 11. Í § 18, stk. 6, sum verður stk. 7, verður “smb.” broytt til: “samanber” og “smbrt.” broytt til: “sambært”. 12. Í § 18, stk. 7, sum verður stk. 8, og í § 20, stk. 4, 1. pkt verður “smb.” broytt til: “samanber”. 13. Í § 18, stk. 8, sum verður stk. 9, og í § 20, stk. 3 verður “stýrinum” broytt til: “skúlastýrinum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2020
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2020. Í Tinganesi, 9. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 88/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.