Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. juni 1996 Nr. 90

Løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021

§ 1 Lógin viðvíkur ábyrgdini hjá løgmanni og landsstýrismonnunum fyri teirra embætisførslu

Lógin viðvíkur ábyrgdini hjá løgmanni og landsstýrismonnunum fyri teirra embætisførslu.

§ 2 Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra

Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra.

§ 3 Reglurnar í almenna partinum í borgarligu revsilógini eru galdandi

Reglurnar í almenna partinum í borgarligu revsilógini eru galdandi.

§ 4 Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um medvirkni til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður…

Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um medvirkni til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava medvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá 1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann hevur latið vera við at royna at forða hesum, 2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella natúrligt miðal til at seta í verk eina avgerð, sum løgmaður ella landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, 3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.

§ 5 Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar…

Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

§ 6 1) Revsingin eftir § 5 er bót ella fongsul upp til 2 ár

1) Revsingin eftir § 5 er bót ella fongsul upp til 2 ár. Stk. 2. 1) Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir. Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.

§ 7 Ásetanirnar í § 6 eru bert galdandi, um ikki harðari revsing er heimilað í aðrari lóggávu

Ásetanirnar í § 6 eru bert galdandi, um ikki harðari revsing er heimilað í aðrari lóggávu. Stk. 2. §§ 155-157 í borgarligu revsilógini eru ikki galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn.

§ 8 Ábyrgd eftir hesi lóg fyrnast sambært §§ 93-95 í borgarligu revsilógini. Fyrningarfreistin er tó…

Ábyrgd eftir hesi lóg fyrnast sambært §§ 93-95 í borgarligu revsilógini. Fyrningarfreistin er tó ongantíð styttri enn 5 ár.

§ 9 Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg,…

Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg, og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum. Stk. 2. Tann av løgmanni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/statsadvokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur eftir rættargangslógini, men er ikki undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.

§ 10 2) Viðvíkjandi endurgjaldsábyrgd í sambandi við gerðir løgmans ella landsstýrismanna eru galdandi…

2) Viðvíkjandi endurgjaldsábyrgd í sambandi við gerðir løgmans ella landsstýrismanna eru galdandi tær vanligu reglurnar um endurgjald fyri skaða, sum persónur í landsins tænastu hevur gjørt.

§ 11 Nevningating dømir í málum sambært hesi lóg

Nevningating dømir í málum sambært hesi lóg.

§ 12 Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 102 frá 23. juni 1992…

Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 102 frá 23. juni 1992 um ábyrgd landsstýrismanna. Brot, ið eru framd áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða viðgjørd eftir higartil galdandi lóggávu. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021. 2) Broytt við løgtingslóg nr. 131 frá 3. desember 1996.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. · innanhýsis
Galdandi · 16. desember 2021

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙