Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. mars 2004 Nr. 9
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 8. mai 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 20, stk. 2 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Toll- og Skattstova Føroya krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum.” 2) Í § 20 verður stk. 3 strikað, og í staðin fyri verða sett sum stk. 3, 4, 5 og 6: “Stk. 3. Gjaldsfreistin fyri kravinum sambært § 20, stk. 2, 1. pkt. er verandi mánaði umframt 30 dagar eftir, at Almannastovan hevur skrivað uppgerð út. Stk. 4. Um dagpeningurin ikki verður goldin rættstundis sambært stk. 3, verður renta roknað av kravinum við 0,7% um mánaðin frá 1. degi í tí mánaði, sum kemur eftir, at dagpeningurin skuldi verið goldin, og til goldið er. Stk. 5. Dagpeningur, ið er fallin til gjaldingar, kann, saman við rentum og innkrevjingarkostnaði, verða innheintaður við panting. Stk. 6. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting sambært stk. 5 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 30. mars 2004 Jóannes Eidesgaard, (sign.) løgmaður Lm. 43/2003
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.