Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
28. november 2002 Nr. 89
Løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Sierra Leona, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Henda lóg hevur til endamáls at útinna samtykt Trygdarráð Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000).
§ 1 Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og…
Tað er bannað at flyta óslípaðar diamantar úr Sierra Leona til Føroya beinleiðis eins væl og óbeinleiðis uttan mun til, hvar teir hava sín uppruna. Stk. 2. Óslípaðir diamantar, ið eru undir eftirliti av stjórnini í Sierra Leona undir skipanini við upprunaloyvisbrævi í samsvari við punkt 5 í Trygdarráðssamtykt Sameindu Tjóða nr. 1306 (2000), eru ikki fevndir av forboðnum í stk. 1.
§ 2 1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110 c, stk. 2 í…
1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið bróta § 1, verða eftir § 110 c, stk. 2 í revsilógini revsaðir við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til fýra ár. Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.
§ 3 Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og…
Henda lóg fevnir eisini um føroyingar, sum í avmarkaðum tíðarskeiði uppihalda seg uttanlands, og um løgfrøðiligar persónar, sum eru skrásettir í Føroyum.
§ 4 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 28. november 2002 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.