Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2004 Nr. 89

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan

(ásetingarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting: 1. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f í somu lóg, til landskassan ásettur soleiðis: Er inntøkan minni enn kr. 24.000,- verður latið 0%.” Er inntøkan kr. men minni enn kr. verður latið kr av og av restini % 24.000 65.000 0 24.000 7,0% 65.000 120.000 2.870 65.000 19% 120.000 185.000 13.320 120.000 22,5% 185.000 27.945 185.000 35,0%

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005. Tórshavn, 20. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙