Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. august 2014 Nr. 89

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

(Fiskidagar 2014/15)

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 16. august 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2014 til 31. august 2015.” 2. § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4 A og 4 B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2013 til 31. august 2014: 1) Bólkur 2: Trolarar: a) Innara fiskidagaleið: 4.455 fiskidagar. b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar. 2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.387 fiskidagar. 3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 1.029 fiskidagar. 4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.530 fiskidagar. 5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.386 fiskidagar. 6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 9.865 fiskidagar.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 18. august 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 1/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙