Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. august 2012 Nr. 89

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 7. juni 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi frá 1. september 2012 til 31. august 2013.” 2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin, og endaligum avhendingum av fiskidøgum millum undirbólkarnar 4A og 4B í tíðarskeiðinum frá 1. september 2011 til 31. august 2012: Bólkur 2: Trolarar: Innara fiskidagaleið 4.626 fiskidagar Ytra fiskidagaleið 1.530 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.567 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 1.011 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 1.533 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 1.386 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 10.607 fiskidagar”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. august 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign) løgmaður Lm. nr. 1/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙