Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. mai 2022 Nr. 89
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Umlegging av nøgdum latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir til egnar árskvotur og at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir fylgja við, tá ið fiskifar verður skift út)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 70 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 14, 3. pkt. verður aftan á “§ 10, stk. 3” sett: “ella § 49, stk. 4”. 2. Í § 15, stk. 3 verður aftan á “stk. 1” sett: “og 2”. 3. Í § 15, stk. 3 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Umløgdu kvoturnar verða stillaðar sambært § 16.” 4. Í § 49, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Landsstýrismaðurin kann, eftir umsókn, í tilsagnartíðarskeiðinum loyva, at kvota, latin sambært hesum stykki, kann verða flutt á annað fiskifar, sum eigarin útvegar sær ístaðin.” 5. Í § 49, stk. 4 verður aftan á 3. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Verður lagt um til egnar árskvotur, verður mongdin tikin av nøgdini sambært § 14 og § 15, stk. 1 og 2.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 16. mai 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 80/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.