Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. mai 2015 Nr. 88
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum
(Stuttar framhaldsútbúgvingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum verða gjørdar…
Í løgtingslóg nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum og almennum útbúgvingarstovnum” 2. Í § 1, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Stuttar framhaldsútbúgvingar kunnu eisini skipast á almennum útbúgvingarstovnum.” 3. Í § 1, stk. 2 verður aftan á ”fram” sett: ”á almennum útbúgvingarstovnum ella”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 155/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.