Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2004 Nr. 88

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(skattalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 17. mai 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 33, nr. 17 verður orðað soleiðis: “14% av veiðiinntøkuni og annað mangt gjørt upp eftir § 25a, stk. 3-7. Tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn 470.000 kr., verður ikki lækkaður.” 2) § 46, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Kommunuskatturin verður álíknaður av somu skattskyldugu inntøku, sum nýtt verður, tá landsskatturin verður álíknaður. Frá 1. januar 2005 verður tó eingin kommunuskattur álíknaður skattskyldugu inntøkuni frá 0-24.000 kr.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005. Tórshavn, 20. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 14/2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙