Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 2020 Nr. 88

Løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti, sum broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023

Allýsing av doping

§ 1 Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvørji evni, og hvørjar atferðir verða at rokna sum doping…

Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvørji evni, og hvørjar atferðir verða at rokna sum doping sbrt. hesi løgtingslóg. Dopingeftirlit

§ 2 Landsstýrismaðurin góðkennir felagsskap at hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer…

Landsstýrismaðurin góðkennir felagsskap at hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti. Stk. 2. Góðkenningin er galdandi í fimm álmanakkaár í senn og er treytað av, at felagsskapurin alla tíðina røkir tær uppgávur, ið eru álagdar sbrt. hesi løgtingslóg, lýkur krøvini í løgtingslógini og lýkur tær treytir, ið landsstýrismaðurin hevur ásett í sjálvari góðkenningini. Stk. 3. Dopingeftirlitsvirksemið skal skipanarliga vera skilt frá øðrum virksemi hjá felagsskapinum. Skipanarligu viðurskiftini skulu ásetast í viðtøkunum hjá felagsskapinum.

§ 3 Uppgávurnar hjá dopingeftirlitinum, ið er góðkent sbrt. § 2, stk. 1, eru

Uppgávurnar hjá dopingeftirlitinum, ið er góðkent sbrt. § 2, stk. 1, eru: 1) at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum, 2) at melda og leggja fram mál um doping, 3) at kunna um doping, 4) at luttaka í altjóða arbeiðið at fyribyrgja doping, og 5) at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping. Stk. 2. Fyri at røkja uppgávurnar, ið eru álagdar sbrt. stk. 1, kann felagsskapurin samstarva við líknandi felagsskapir og myndugleikar í øðrum londum. Fyribyrging av doping í venjingarmiðstøðum

§ 4 Dopingeftirlitið skal arbeiða fyri at gera avtalur um dopingeftirlit við venjingarmiðstøðir og…

Dopingeftirlitið skal arbeiða fyri at gera avtalur um dopingeftirlit við venjingarmiðstøðir og onnur, ið fáast við ítróttaligt virksemi ella líknandi virksemi, ið ikki er fevnt av § 2, stk. 1 um skipaðan føroyskan ítrótt. Stk. 2. Ein venjingarmiðstøð sbrt. hesi løgtingslóg er eitt stað, har vinnurekandi bjóða skipaða venjing ella atgongd til venjingarútgerð móti viðurlagi. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um innihaldið í avtalu sbrt. stk. 1.

§ 5 Venjingarmiðstøðir skulu kunna um, hvørt tær hava gjørt samstarvsavtalu við Dopingeftirlitið,…

Venjingarmiðstøðir skulu kunna um, hvørt tær hava gjørt samstarvsavtalu við Dopingeftirlitið, sbrt. § 4. Stk. 2. Kunning sbrt. stk. 1 skal vera skrivað á skelti, ið verður hongt upp á sjónligum stað við inngongdina til venjingarmiðstøðina. Hevur venjingarmiðstøðin eina heimasíðu, skal kunningin eisini vera á sjónligum stað á heimasíðuni. Stk. 3. Dopingeftirlitið ger nærri reglur um skelting og kunning. Landsstýrismaðurin skal góðkenna reglurnar. Stk. 4. 1) Brot á stk. 1 verður revsað við sekt. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Skráseting av dopingdømdum

§ 6 Dopingeftirlitið skal skipa fyri, at tey, ið eru dømd til ítróttaliga revsing fyri brot á…

Dopingeftirlitið skal skipa fyri, at tey, ið eru dømd til ítróttaliga revsing fyri brot á dopingreglurnar, verða skrásett. Í skránni skal vera skrásett navn, føðingardagur dagfesting fyri dopingdómin, og nær dómurin fer úr gildi. Stk. 2. Dopingeftirlitið kann lata upplýsingar, úr skránni, um hvør hevur fingið ítróttaligan dóm, til onnur, tá hetta er neyðugt til tess at handhevja ein slíkan dóm. Upplýsingarnar kunnu bert fevna um navnið á viðkomandi, dagfestingina á dóminum, og nær dómurin fer úr gildi. Upplýsingarnar kunnu bert nýtast til at handhevja ítróttalig revsiátøk fyri brot á dopingreglurnar. Stk. 3. Tey, ið hava atgongd til tær í stk. 1 nevndu upplýsingar ella fáa tær útflýggjaðar sbrt. stk. 2, eru fevnd av reglunum um tagnarskyldu í revsilógini. Stk. 4. Dopingeftirlitið kann samstarva við líknandi felagsskapir og myndugleikar í øðrum londum um skráseting av dopingdømdum ella, at Dopingeftirlitið brúkar skránna hjá líknandi felagsskapi ella myndugleika í útlandinum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna eitt slíkt samstarv. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu skráin skal skipast og umsitast. Fyribyrging av óreiðiligari ávirkan á ítróttakappingar

§ 7 Tann, ið tilætlað og av órøttum veitir, lovar ella bjóðar persóni, ið tekur lut í ella røkir eina…

Tann, ið tilætlað og av órøttum veitir, lovar ella bjóðar persóni, ið tekur lut í ella røkir eina uppgávu í sambandi við ítróttakapping á høgum stigi her í landinum ella í útlandinum, eina gávu ella annan fyrimun fyri at fáa hann til at gera ella at lata vera við at gera okkurt, ið kann fáa ávirkan á ítróttakappingina, verður revsaður við sekt ella fongsul í upp til eitt ár, um gerðin ikki kemur undir § 279 í revsilógini. Stk. 2. Á sama hátt verður tann, ið tekur lut í ella røkir eina uppgávu í sambandi við ítróttakapping, revsaður, sum tilætlað og av órøttum tekur ímóti, biður um ella letur sær lova gávu ella annan fyrimun afturfyri at gera ella at lata vera við at gera okkurt, ið kann fáa ávirkan á ítróttakappingina, um gerðin ikki kemur undir § 279 í revsilógini. Stk. 3. Revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 2 ár, um talan er um grov brot, serstakliga orsakað av útinningarháttinum, ella tí at fleiri eru saman um tey, ella sum fylgja av vavinum av áðurnevndu gávu ella fyrimuni. Stk. 4. 2) Fyri brot á hesa grein koma feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 8 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 7, stk. 4 fer úr gildi 1. januar 2021, og stk. 5 verður eftir hetta stk. 4. Í Tinganesi, 7. juni 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 84/2019 1) Broytt við § 12 í løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023. 2) Broytt við § 8, ið ljóðar soleiðis: “§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 7, stk. 4 fer úr gildi 1. januar 2021, og stk. 5 verður eftir hetta stk. 4.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
doping · innanhýsis
Galdandi · 11. desember 2025
Broytingar
broyting í ymsum løgtingslógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar · innanhýsis
Galdandi · 19. desember 2023

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙