Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
6. juni 1997 Nr. 88
Løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastu, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 17. mai 2000
§ 1 Hendan lóg um heimasjúkrasystrar er givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17 maj 1995 om…
Hendan lóg um heimasjúkrasystrar er givin út sambært § 1 í “lov nr. 316 af 17 maj 1995 om Sundhedsvæsenet på Færøerne”.
§ 2 Heimasjúkrasystrarnar eru sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini. Røktin verður veitt uttan…
Heimasjúkrasystrarnar eru sum starvsbólkur ein partur av heimarøktini. Røktin verður veitt uttan kostnað fyri brúkaran.
§ 3 Til hvørt geografiskt øki verða knýttar ein ella fleiri heimasjúkrasystrar. Tó kunnu tvey ella…
Til hvørt geografiskt øki verða knýttar ein ella fleiri heimasjúkrasystrar. Tó kunnu tvey ella fleiri øki verða í felag um eina heimasjúkrasystir, um umstøðurnar tala fyri tí.
§ 4 Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heimasjúkrasystraskipanina
Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir nærri reglur fyri heimasjúkrasystraskipanina. Stk. 2. Vegleiðing fyri hvussu heimasjúkrasystraskipanin verður løgd til rættis og útint, verður ásett av danska heilsustýrinum.
§ 5 Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg
Danska heilsustýrið kann áseta reglur viðvíkjandi frágreiðingarskyldu um virksemið sambært hesi lóg.
§ 6 1) Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum
1) Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum.
§ 7 Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongalig…
Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kongalig fyriskipan nr. 14 frá 16. januar 1981 “om ikrafttræden på Færøerne af lov om hjemmesygeplejerskeordninger” við seinni broytingum. Kunngerðir, sum settar eru í gildi við heimild í lógini, sum fer úr gildi, hava framvegis gildi, til tær verða avtiknar við nýggjari kunngerð. 1) Broytt við løgtinglsóg nr. 82 frá 17. mai 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtinglsóg kemur í gildi 1. juli 2000.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.