Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2004 Nr. 87

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 14 frá 16. februar 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Frá 1. januar 2005 verður fæ grunsins fingið til vega við, at allir persónar árliga rinda grunninum 0,75% av teirri inntøkuni, sum myndar grundarlagið undir skattaútrokningini, og allir arbeiðsgevarar árliga rinda grunninum 0,75% av útgoldnum A-inntøkum.” 2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Persónar, sum eru 67 ár ella eldri, rinda einki í grunnin. Arbeiðsgevarir, sum eru 67 ár ella eldri, og hava fólk í vinnu, rinda tó frá 1. januar 2005 grunninum árliga 0,75% av útgoldnum A-inntøkum. Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2 pkt., í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tíðarfreistin í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, við seinni broytingum, er ikki galdandi fyri ásetingina av árligu veitingini til eftirlønartakarar fyri 2005. Tórshavn, 20. desember 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Hans Pauli Strøm (sign.) Lm. nr. 13/2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙